Mál okkara er ikki at vera størst, men best.

 

Sp/f HK Flutningur er felag, í er eitt framhald av virkseminum hjá Berint Justinussen í Streymnesi, sum byrjaði við busskoyring longu í 1958.

  Berint koyrdi fyrst við einum VW bussi til 10 ferðandi, næsti bussurin var ein Mercedes Benz sum tók 16 ferðandi, tann bussurin bleiv keyptur í umleið 1960, og hesum bussinum koyrdi hann við fram til 1970, tá hann bleiv útskiftur við ein annan Mercedes sum tók 21 ferðandi. Í 1976 var aftur Mercedes bussur keyptur, hesin tók 25 ferðandi, og  hendan bussin hevði hann so til 1980 tá í hann keypti ein annan til 36 ferðandi.

  Tað vísti seg skjótt at hesin bussurin hevði alt ov lítlan motor, og tí bleiv hann útskiftur við ein Volvo B10M  Van Hool, sum var keyptur frá Brøðrunum Petersen í Fuglafirði í 1984. Bussurin tók 37 ferðandi og hendan bussin hevði hann til 1987 tá hann keypti ein nýggjan Volvo B10M Van Hool við 42 sitiplássum og 20 standiplássum, hetta er bussurin sum HK Flutningur byrjaði við. 

  Sp/f HK Flutningur varð stovnað í Streymnesi á Grækarismessu ár 2000. Ætlanin við felagnum var at reka ferðafólkaflutning við bussi og  høvdu vit longu tá sáttmála við Strandfaraskip Landsins um koyring.

  Vit hava síðani roynt at útbygt felagið sum frægast og hava vit nú. 1 Renault Trafic til 10 ferðandi hann er frá 12/2004, vit hava 1 Mercedes til 16 ferðandi hann frá 2001 , 1 Mercedes í tekur 10 ferðandi og 2 Mercedes bussar sum hava pláss fyri 20 ferðandi teir eru allir frá 2008, afturat hesum hava vit 3 Volvo bussar uppá 42, 48 og 52 ferðandi, bussurin til 52 ferðandi er frá 2002 tann til 48 ferðandi er frá 1996, meðan, tann til 42 ferðandi er frá 1987, Bussarnir eru í sera góðum standi. bussurin frá 1987 var høvuðsumvældur ár 2000, og eru vit sera væl nøgd við úrslitið. 

  Í dag eru vit 4 fastir førarar og  2 vikuskiftis førarar til bussarnar.

  Afturat busskoyringini hava vit fingi umboð uppá Grammer í Føroyum, Grammer er ein fyritøka í gerð setur til, bussar, lastbilar og vøruvognar og eisini til flogfør,  og mangt annað. 

í Apríl 2009 fingu umboðið uppá Stroco Oljufýringar, hesar kunnu síggjast á. http://www.stroco.dk/

 





* skal útfyllast

Samband

HK Bussar
Gerðisvegur 4
430 Hvalvík

Tlf. +298 23 33 20 

hk@hk.fo

Umboða:

Yutong Eurobus
Strocko Oljufýringar

 

Bókhaldið:

Telefon: +298 23 33 25

Frá  13:00 til 16:00 yrkadagar
Teldupost: bokhald@hk.fo
Banka upplýsing:
Føroya banki. 6460 - 172.328.8
SWIFTCODE:  FIFBFOTX
IBAN nr:  FO6864600001723288