Koyring fyri rørslutarna

Koyring við teimum, ið bera brek

HK Bussar eiga fleiri bussar, sum eru serútgjørdir við lift og 5 punkts trygdarbeltum til fólk, ið bera brek. Bussarnir eru ymiskir í stødd og útgerð, men felags fyri teir bussarnar er, at tey, ið vanliga hava trupullleikar við at sleppa inn og út úr einum bussi, kunnu sleppa við á útferð á jøvnum føti við onnur.